Dreymurin um at gerast fulltíðar yrkisspælari í útlandinum er framvegis frammarlaga í huganum hjá nógvum føroyskum fótbóltsunglingum.
Jákup í Stórustovu plagar at syrgja fyri, at føroyskir unglingar fáa høvi til so at siga at sýna seg fram. Nú eru tveir dreingir farnir av landinum, og í hvussu so er annar teirra hevur longu víst heima á landi, at tað fótbóltsliga býr nógv í honum.
Tað eru gøtumenninir Súni Olsen og Poul Henning Jacobsen, sum nú eru uttanlands í fótbóltsørindum. Súni er longu fastur maður á besta GÍ liðnum, og Poul Henning hevur fleiri ferðir verið inni á liðnum.
Tá hini í Gøtuferðalagnum, sum hevur verið í Lemvig leygardagin fóru til Hirtshals og uppaftur við Norrønu, fóru unglingarnir við flogfari til Noregs, har málið var Tróndheim og stóra fótbóltsfelagið Rosenborg.
Í hesi vikuni venja teir báðir við Rosenborg. Teir venja á tí støðinum, har teir sleppa upp í part. Í komandi viku skulu teir spæla við unglingaliðnum hjá Rosenborg í Keypmannahavn. Teir skulu taka lut í stóru kappingini, sum Lyngby skipar fyri á hvørjum ári.
Súni og Poul Henning koma aftur til Føroya annan leygardag, og so fara teir beinleiðis til Sumbiar at spæla landskappingardyst saman við hinum liðfeløgunum.