Bara ein landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum var við í skrúðgonguni og á fyrsta tingfundinum í nýggju tingsetuni. Í fínum ólavsøkuveðri vóru skrúðgongan úr Dómkirkjuni og niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavur Hátr stjórnaði kórsanginum.
Tá ið tingið varð sett, heitti løgmaður á samgonguna og andstøðuna um at samstarva fyri at røkka neyðugum málum.
Spurningurin er, um nakað politiskt skal leggjast í tað, men tað er ein sannroynd, at bara ein av trimum landsstýrismonnunum hjá Javnaðarflokkinum luttóku í morgun. Helena Dam á Neystabø gekk aftaná Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgeni Niclasen í skrúðgonguni. Hinir báðir landsstýrismenninir vóru ikki við, og undir tingfundinum vóru stólarnir hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og hjá Akseli Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, tómir.
Jóannes Eidesgaard var ikki við í skrúðgonguni fyri einum ári síðani, og tá ið tingið varð sett ólavsøkudag í fjør. Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er í summarfrí henda mánaðin.
Tveir tingmenn høvdu í skrivi til tingformannin biðið um, at næsti maður á listanum møtti fyri teir. Fyri Bill Justinussen møtti Vinjard Johansen. Tordur J. Niclasen, sum er fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum, hevði boðað frá, at tað ikki bar honum til at møta.
Jaspur Vang úr Sambandsflokkinum bað um, at næsti maður á listanum møtti fyri hann. Tað var Edva Jacobsen, og eisini hon var við í skrúðgonguni og á tingfundinum.