Tað er lætt at siga aftaná, hvat tú kundi - ella kanska skuldi - havt gjørt í Gekka-spælinum. Soleiðis var eisini í kvøld, tá 150.000 krónur, sum vóru í skjáttuni í fyrsta drátti, tódnaðu niður í 20.000.
Tað var Eyðbjørg, sum ringdi úr Syðrugøtu. Hon var fjarritari hjá soninum, Meinhardi, sum hevði fingið fulla plátu, men læt mammuna taka sær av samskiftinum við gekkavertin, Jan Gardar.
Høvuðsvinningurin var á 2,4 miljónir, sum Meinhard valdi at deila í teir tríggjar leyparnar - við 800.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 50.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið Meinhardi 150.000 krónur. Men, hann valdi at royna umaftur, læt mamman gekka-vertin vita.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið 40.000 krónur. Í øðrum drátti steðgaði hjólið bert tveir seymir frá reyða leypinum, sí myndina niðanfyri.
##med2##
So, her var um reppið, at 800.000 krónur komu í hús!
- Vit taka síðstu ferð, segði fjarritarin, Eyðbjørg.
Í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum, sum soleiðis gjørdist vinningurin hjá Meinhardi í gekka-spælinum hesaferð.
Fjarritarin segði, áðrenn hon dró fyrstu ferð, at tey høvdu ongantíð drigið hjólið í gekka-spælinum áður, so tey vóru rættiliga spent, serliga sonurin, sum átti plátuna.
Tá Jan Gardar hevði ynskt Eyðbjørg og Meinhardi tillukku við vinninginum og eitt framhaldandi gott kvøld, takkaðu tey bæði fyri og ynsktu somuleiðis vertinum eitt gott kvøld.