Tveir ungir mans, 26 og 22 ára gamlir, eru í løtuni til grundlógaravhoyr í Føroya rætti, skuldsettir fyri at hava smuglað sterkari rúsevni til Føroya við postinum.
Teir vóru handtiknir um fýratíðina í gjár. Talan er eftir øllum at døma um sterkari rúsevni enn hassj.
Grundlógaravhoyrið fer annars fram fyri dupult afturlatnum hurðum. Miðlarnir fingu tí ikki lurta eftir grundlógaravhoyrinum, ei heldur eftir skuldsetingunum móti teimum.
Annar maðurin er í øllum førum dømdur fyrr. Hann møtti í Føroya rætti í septembur, ákærdur fyri at hava 200 gram av hassji við sær til Føroya í novembur, innvortis. Hassjhundurin leiddi tollvaldið á slóðina av manninum og ein vinmanni, sum eisini hevði 200 gram inni í sær.
Báðir menninir vóru tá dømdir 50 dagar treytaða fongsulsrevsing.