Í gjár fingu nógvir føroyingar ein skelk, tá tað frættist, at heili 16 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir frá kanningum sunnudagin. Av tí sama lótu nógv seg kanna í gjár, og tað var stórt trýst á bíleggingarskipanini og kanningarstøðunum.
Tí hava nógv bíðað í spenningi eftir, hvat tølini frá degnum í gjár fara at siga. Men talið er langt frá líka høgt sum 16 - tí tað vóru "bara" tveir nýggir smittutilburðir staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
– Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu, siga myndugleikarnir.
3687 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar - fyri uttan 53 kanningar - eru liðugt greinaðar.
Tilsamans eru nú gjørdar 267.795 kanningar. 694 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru sostatt 25 persónar smittaðir, men heili 63 persónar eru í sóttarhaldi.