Fyrsti dystur í øðrum umfari í landskappingini verður fríggjakvøldið klokkan 18, tá ið Víkingur fær vitjan av EB/Streymi.
Í fyrsta umfari tapti EB/Streymur 4-3 við Márgáir ímóti NSÍ.
Tá vóru fleiri spælarar skaddir, og teir vera heldur ikki tøkir fríggjakvøldið ímóti Víkingi.
Merkisvert er tað, at fýra spælarar eru skaddir í høvdinum, og at tríggir vórðu skaddir í høvdinum sunnudagin.
Ein av teimum, sum vórðu skaddir sunnudagin, er miðverjin og liðformaðurin Andras Ó. Olsen, sum saman við miðvallaranum Dánjal Godtfred sunnudagin noyddist av vøllinum, tá ið eitt lítið korter var farið. Teir endaðu báðir á Landssjúkrahúsinum:
-Bólturin varð lagdur høgt fram ímóti okkara brotsteigi. Dánjal bakkaði, og eg rann fram. Høvdini brustu saman, og báðir stukku upp at bløða. Vit vóru ikki førir fyri at halda fram at spæla. Tá ið vit komu í umklæðingarrúmið, svímaði Dánjal. Sjúkrabilur kom eftir honum, og vit endaðu báðir á Landssjúkrahúsinum. Har varð eg seymaður í pannuna við fimtan pentum, og Dánjal varð seymaður í nakkan við átta pentum, greiðir Andras Ó. Olsen frá.
Miðvallarin Bogi Reinert-Petersen var óheppin og slerdi høvdið í, áðrenn hann sunnudagin fór úr Fuglafirði og norður til Margáir. Hann var ikki førur fyri at vera á vøllinum frá fyrsta bríksli. Av neyð varð hann skiftur inn, men tað vísti seg, at hann ikki var førur fyri at spæla við fullari ferð.
Og framrættaði miðvallarin Salmundur Bech er eisini skaddur í høvdinum:
-Tað var í dysti í VFF kappingini ímóti KÍ, at hann fekk eitt slag, og síðani hevur hann ikki verið væl fyri. Helst er talan um heilaskjálvta, greiðir Andras Ó. Olsen frá.
Fyri EB/Streym var tað steinur oman á byrðu, at verjuspælarin Mikkjal Hellisá stutt undan stegðinum ímóti NSÍ noyddist av vøllinum. Liðband í knænum er toygnað, og hann verður ikki førur fyri at spæla fleiri tær næstu vikurnar.
Í Sosialinum, sum í kvøld er at fáa í leysasølu og á netinum, og sum í morgin verður borin haldarunum, er yvirlit, sum vísir, hvussu liðini eru fyri undan øðrum umfari.
2. umfar
Víkingur – EB/Streymur: Dagfinn Forná fríggjakvøldið klokkan 18.00
KÍ – B36: Eiler Rasmussen leygarkvøldið klokkan 19.00
B68 – Skála: Rani A. Skaalum sunnudagin klokkan 16.00
HB – NSÍ: Kári J. á Høvdanum sunnudagin klokkan 15.00
AB – 07 Vestur: Rúni Gaardbo sunnudagin klokkan 15.00