Tveir sviar deyðir av svínakrími

Í Värmland har vesturi í Svøríki eru tvey fólk deyð av svínakrími ta seinastu vikuna. Värmland Folkblad skrivar, at talan var um tvey heilsuveik fólk.

Fyri umleið einari viku síðani doyði ein maður í sekstiárunum á sjúkrahúsinum í Karlstad, og í gjár doyði eitt fólk í áttatiárunum á sama sjúkrahúsi av sjúkuni. Hvørki teirra var vaksinerað ímóti svínakrími.

Læknin Olle Wik á sjúkrahúsinum í Karlstad sigur við blaðið, at tvey fólk afturat hava fingið viðgerð á sjúkrahúsinum ímóti svínakrími.

Í síðsta mánað gjørdi svínakrím um seg í Noregi.