Klaksvík:
Tá stór tiltøk eru antin í Klaksvík ella aðrastaðni, er tað púra vanligt, at bilkaos er við ferjualeguna í Klaksvík. Til Summarfestivalin var eisini so, men talan var tó ongantíð um rættiligt kaos, tí tveir vaktarmenn frá Ansni avgreiddu ferðsluna, við at skipa so fyri, at bilar vóru settir rætt í kø.
Tað hevur verið trupult hjá manningini á Dúgvuni at halda skil á ferðsluni, tá nógvir bilar eru, tí teir hava jú sína uppgávu umborð at røkja. So tað mundi vera ein lætti fyri teir, at fólk gekk á kaiini og hevði eyguni eftir, at onki skeivt fór fram, og at ongin var noyddur at bíða, longri enn ein átti.
Annars vegleiddu vaktarmenninir teimum ferðandi, ið høvdu fyrispurningar viðvíkjandi
siglingini hjá Dúgvuni sunnudagin.
Frá Ansni verður sagt, at alt gekk væl, men bíðitíðin at sleppa yvir um fjørðin var tveir tímar ella so. Hetta tókti tó ikki at nerva fólk tað stóra, tí tá so stór tiltøk eru á skránni, so munnu fólk helst vera greið yvir, at nakað av bíðitíð má vera, um ein hevur bilin við sær. Hóast Dúgvan silgdi eykatúr, so vórðu nakrir bilar standandi eftir á ferguleguni seint sunnukvøldið.
Langtíðarparkering
Ansni vísir somuleiðis á, at ein afturvendandi trupulleiki, hjá Strandferðsluni í Klaksvík, eru teir bilar, ið verða stillaðir í kø og førarin ikki møtir upp, til fráferðina hjá
skipinum.
Og ein annar afturvendandi trupulleiki er somuleiðis, tá fólk byrja at brúka køplássið til langtíðar parkering av bilum.
Hesir báðir trupulleikarnir hava mangan elvt til øsing millum fólk, tá so mong skulu við Dúgvuni. Tí tað er komið fyri, at bilar hava staðið soleiðis fyri, at teir ikki eru slopnir við Dúgvuni, tí parkeraðir bilar við ongum førara hava staðið fyri.