TVEIR TÍMAR VIÐ U2
Írski rockbólkurin U2, sum í drúgva tíð hevur verið taldur millum mætastu av sínum slagi, gevur nýggja fløgu út hin 30. oktober. Ein forsmakk hava viðhaldsfólk fingið um alnótina við sonevndum e-cards á heimasíðuni hjá bólkinum. Heiti á nýggju fløguni er "All that you can't leave behind". Mánadagin 23. oktober verður høvi at hoyra enn meir frá írsku garpunum, sum vilja annað og meir enn bert undirhald. Tá fer bólkurin í útvarpshøli hjá BBC Radio One, har útvarpsfólk tosa við limirnar í bólkinum, eins og brot úr nýggju fløguni verða framførd.
Útvarpssendingin, sum bara BBC sleppur at senda, verður tó eisini send á heimasíðuna hjá bólkinum sjálvum. Her kann allur heimurin bæði síggja og lurta "on line", tey rópa. Adressan er www.u2.com. Tað eru tey bæði Simon Mayo og Jo Whiley, ið sum einastu journalistar í heiminum hava fingið orð á U2, sum í dag man verða heimsins stórsti rockbólkur. Tey bæði BBC fólkini halda til í sonevndu Maida Vale upptøkuhølunum í London og útvarpssendingin byrjar mánadagin klokkan 11 bretska tíð og varir tveir tímar. Ivaleyst verða mangir løgreglumenn at síggja við dyrnar hjá BBC mánadagin.