Í gjár vórðu tveir nýggir tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Bæði fólkini eru smittað í Føroyum og í tí eina førinum er smittukeldan ókend. Heilsuverkið upplýsir, at í gjár vóru 2.191 fólk kannað fyri koronu og í løtuni eru 28 fólk smittað við koronu í Føroyum.
Í gjár vórðu eisini 826 koppsett fyri koronu. Av teimum fingu 211 fólk ta fyrru sproytuna og 615 fólk fingu ta seinnu sproytuna.
Støkk-inn kanningar vóru á øllum trimum sjúkrahúsunum í gjár. Tað merkir, at fólk kundu møta upp á einum koppingarstaðið, uttan at biðja um tíð frammanundan. Og Heilsuverkið sigur, at undirtøkan var góð, tí tilsamans brúku 275 fólk hendan møguleikan og vórðu koppsett, uttan at biðja um tíð frammanundan.
Nú hava 34.869 fólk fingið fyrru sproytuna og 29.616 fólk hava eisini fingið seinnu sproytuna og eru liðugt koppsett. Nú eru tilsamans 64.485 koppsetingar gjørdar í Føroyum.