Tveir tilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Báðir tilburðir koma frá kendum smittukeldum.

 

1013 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 289.915 kanningar.

 

754 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 714 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 39 persónar smittaðir við koronu, og 238 fólk eru í sóttarhaldi.