Spenningurin í føroysku hondbóltskappingini er í hæddini. Sigurin hjá vestmenningum ímóti Kyndli seinasta sunnudag førdi við sær, at kappingin nú undan næstseinasta leikumfarið er púra opin, og í veruleikanum hava fýra lið møguleikan at gerast meistarar. Í teimum báðum umførunum, sum eru eftir at leika, hevur tað eisini lagað seg soleiðis, at júst hesi fýra liðini hittast í innanhýsis dystum. Omanfyri nevndu vit teir báðar toppdystirnar í morgin. Næsta leygardag verður so seinasta leikumfar leikt, og tá hittast StíF og Kyndil á Skála, meðan H71 og VÍF hittast í Havn. Ein annar mansdystur er í seinasta umfarinum, og hann er ímillum KÍF og Neistan og verður leiktur í Vestmanna.
Alt kann henda
Tað er greitt, at vinnur Kyndil framvegis kunnu avgerða føroyameistaraheitið til egnan fyrimun, um teir vinna írestandi dystirnar ímóti ávíkavist hoyvíkingum og strandingum. Um Kyndil hinvegin tapir, so hevur vinnarin av dystinum á Skála ímillum StíF og VÍF sera góð kort á hondini. Í slíkum føri koma strandingar ájavnt við Kyndil, um teir vinna, og hesi liðini hittast í seinasta umfarinum inni á Skála. Um Kyndil tapir, og vestmenningar vinna á Skála, so er VÍF einsamalt á odda undan seinasta leikumfarinum, og í einum slíkum føri kunnu teir avgerða alt sjálvir við at vinna á hoyvíkingum í Havn á seinasta leikdegnum.
Tað er einki at ivast í, at tað verða nógv fólk til teir báðar dystirnar sunnudagin. Vestmenningar fara uttan iva manssterkir inn á Skála at stuðla sínum liði, og strandingar møti eisini altíð fjølmentir í høllini at stuðla StíF.
Eisini í Havn verður uttan iva ein rúgva av fólki til dystin millum H71 og Kyndil. Havnarfólk hava víst hondbóltinum stóran áhuga í vetur, og áskoðarafjøldirnar hjá bæði hoyvíkingum og Kyndli hava verið trúgvar.
Hetta er eisini seinasta vikuskifti, áðrenn steypakappingin í fótbólti av álvara fer í gongd, so tað skuldi heldur ikki nerva, hóast onkur fótbóltsáhugaður heldur fer at hyggja eftir ensku Liga-Cup finaluni millum Leicester og Tottenham, sum verður á Wembley sunnudagin, enn at fara og hyggja at hondbólti.
Føroyameistararnir til Klaksvíkar
Í kvinnudeildini verður eisini onkur spennandi dystur í vikuskiftinum. Føroyameistararnir úr Kyndli skulu í dag til Klaksvíkar at dystast ímóti Stjørnuni, sum er einasta liðið, sum tvær ferðir í hesum kappingarárinum hevur bast Kyndli.
Lítið sannlíkt er, at Kyndil fer at taka sær av løttum, nú tær eru meistarar, tí tær vilja uttan iva fáa uppreisn ímóti klaksvíkskvinnum. Skal Stjørnan gera sær nakra vón um at vinna silvur, so noyðast tær helst at basa teimum grønu úr Havn, tí annars verður tað sera trupult hjá teimum at vinna inn aftur á Neistan í seinasta umfarinum.
Eisini í Klaksvík plaga fólk at møta fjølment til hondbólt, og dysturin í dag verður neyvan nakað undantak.
Spennandi verður at fylgja við í, hvussu leikur fer í hondbóltskappingini hetta vikuskiftið.