Tveir ungir mans eru í løtuni til grundlógaravhoyringar í Føroya Rætti, skuldisettir í sambandi við ógvusliga álopið á ein mann í vesturbýnum í Havn gjáranáttina.
Talan er um tveir ungar mans, annar 17 ára gamal og hin 18 ára gamal.
Teir eru skuldsettir fyri at hava framt harðskapin saman vit teimum báðum monnunum, sum í gjár vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur í málinum, harav tvær vikur í isolatión.
Skuldsetingin er eftir grein 237 í rættargangslógini um grovan harðskap. Teir eru skuldsettir fyri drápsroynd ella grovan harðskap við at hava stungið ein mann við knívi, høgt hann við øks ella goggara.
Ákærin bað um at fáa málið fyri afturlætnum hurðum. Tað hildu verjarnir tó ikki vera neyðugt. Dómarin setti referatforboð frá fundinum, og tí ber ikki til hjá fjølmiðlunum at endurgeva tað, sum teir skuldsettu søgdu í rættinum.
Úrskurðurin fellur um ein løtu. Kravið hjá ákæranum er eins og í málinum í gjár varðhaldsfongsling í fýra viku.