KAPPRÓÐUR
Síðsti róðurin á vestanstevnu var sum vera man róðurin hjá 10-mannaførunum, og her vóru tað bert Eysturoyingur og Vestmenningur, sum vóru við í kappingini. Undan róðrinum vóru teir umborð á Eysturoyingi stórir favorittar at vinna róðurin, men hesu ferð fingu teir ein skarpan gang frá Vestmenningi.
Tað var Vestmenningur, sum fekk betru byrjanini uppá róðurin, men munurin var ongantíð tann heilt stóri. So við og við tók Eysturoyingur inn á teir, og eftir eini løtu fóru teir frá Vestmenningi, og so var líkt til, at vit fóru at fáa enn ein av tryggu sigrunum til Eysturoying, men soleiðis bleiv ikki.
Vestmenningur fekk spenning í aftur róðurin, og leingi var at kalla eingin munur á bátunum. Í endaspurtinum var tó líkt til, at teir umborð á Vestmenningi høvdu brúkt í so nógvar kreftir, tí her megnaðu teir ikki ordiliga at trýsta Eysturoying, sum vann róðurin eina knappa bátslongd framman fyri Eysturoying.
Halda ikki fram
Eftir róðurin fingu vit orðið á bátsformannin á Eysturoyingi, Ludvík við Stein, sum vann sín 30. FM-róður saman við Tóroddi Vang. Hann var glaður um at vinna harða róðurin.
- Tað var gott at vinna, men vit fingu harða kapping frá Vestmenningi í dag.
Hann segði eisini, at hann visti av, at hetta kundi blíva sigur nummar 30.
- Ja, eg visti av tí, men hetta var ikki nakað, sum eg hugsaði ordiliga um. Vit vunnu tó róðurin, so nú er sigur nummar 30 komin í hús.
At enda spurdu vit Ludvík, um ólavsøkuróðurin bleiv hansara síðsti róður, ella um hann ætlaði at halda fram komandi ár.
- Nei, eg ætli mær ikki at halda fram komandi ár. Eg fari eftir at vinna 31 róðrar á hesum sinni, tí ólavsøkan skal eisini vinnast. Eg skal tó ikki siga við vissu, at eg ikki byrji aftur. Møguliga fari eg at rógva aftur eina ferð í framtíðini, sigur Ludvík við Stein at enda.
Sum vit skilja, so ætlar Tóroddur Vang sær eisini at gevast eftir hetta kappingarárið.