Tveita maskurnar í Danmark mánadagin

Maskur vera bert neyðugar, tá tú stendur uppi í toki ella bussi

 

Størrifrælsi er á veg til danir, eftir at ein meiriluti flokkunum í Fólkatinginum í nátt samdust um eina nýggja upplatingaravtalu. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Frá mánadegnum at rokna siga tey í Danmark farvæl við maskurnar allastaðni – uttan í kollektivu ferðsluni.

 

Tað sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, á tíðindafundi tíðliga í morgun eftir meira enn 12 tímar drúgvar politiskar samráðingar.

 

– Úrslitið av samráðingunum merkir eina munandi upplating av samfelagnum, har vit frá mánadegnum at rokna siga maskunum farvæl næstan allastaðni, sigur heilsumálaráðharrin.

 

Sambært formanninum í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, fara maskurnar bert at vera neyðugar tá tú stendur í toki ella bussi.

 

– Tað merkir, at vit kunnu fara at keypa mjólk uttan masku, sigur Thulesen Dahl á tíðindafundinum.

 

Frá 1. september er kravið um maskur púra burtur, sæst í avtaluni millum flokkarnar.

 

Fleiri professarar høvdu fyri samráðingarnar sagt, at kravið um maskur kundi í øllum førum partvíst takast av.

 

Í eini áður gjørdari avtalu stór, at kravið um maskurnar skuldi burtur í seinasta lagi, tá allir danir yvir 16 ár eru koppsettir.

 

Og tað verður eftir ætlan í september, men smittugongdin hevur verið so positiv, at flokkarnir og stjórnin nú hava gjørt av, at danir so at siga kunnu siga maskunum farvæl frá mánadegnum at rokna.

 

Nógv hevur verið kjakast um lutin hjá maskunum undir koronufarsóttini.

 

Fyrstu mánaðirnar undir farsóttini var einki krav um at vera í masku. Í apríl í fjør segði stjórin í Heilsustýrinum, Søren Brostrøm, at stýrið ikki helt, at ávirkanin var vældokumenterað.

 

Seinni undir farsóttini í juli í fjør segði Brostrøm, at maskurnar ikki góvu meining í tí støðu, sum landið var í. Men í august í 2020 varð kósin broytt, tá myndugleikarnir settu krav um at bera masku í almennu ferðsluni.

 

Nakrar mánaðir seinni – í oktober – vórðu reglurnar herdar, so kravið um maskur eisini var í handlum og veitingarstøðum. Krav, sum enn er í gildi, men sum hvørvur mánadagin.

 

/ritzau/

 

Størrifrælsi er á veg til danir, eftir at ein meiriluti flokkunum í Fólkatinginum í nátt samdust um eina nýggja upplatingaravtalu. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix