Tveita rusk í náttúruna

At endurnýtslan á Sandvíkarhjalla er stongd, hevur fingið onkran at fara aftur til gamlar syndir

Tórshavnar kommuna følir seg noydda at minna sína borgarar á, at tað framvegis er bannað at tveita rusk í náttúruna.

 

Kommunan sigur, at hon hevur fingið fráboðanir um, at rusk liggur og rekst á Lambafelli við Oyggjarvegin. Eftir øllum at døma er onkur, sum ikki heldur seg hava tíð at bíða eftir, at endurnýtslan letur upp aftur eftir eldsbrunan, sum varð á brennistøðini 4. mars.

 

Tórshavnar kommuna boðaði frá, at endurnýtslurnar í kommununi fóru at vera stongdar til 20. mars.

 

Nú minnir kommunan borgarar sínar á, at burturkastið má goymast, til tað aftur slepst av við rusk á Endurnýtsluni.