Útveiting av arbeiðum - ongantíð ov skjótt

Sambært www.di.dk hava danskar kommunur økt um útveitingina við 10 mia krónur. Bæði kommunurnar og fólki har býr síggja fyrimunirnar í einum størri samstarvið millum alment og privat virksemi. Og nú vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á, at hetta eigur eisini at verða sett í verk í Føroyum

Donsku kommunurnar senda alt fleiri uppgávur í útboð - ella útlisitering. Hetta verður staðfest í kanning, sum Dansk Industri hevur gjørd fyri kortum.

Líkt er til, at enn størri partur av kommunalum uppgávum fara at vera útveittar komandi árini og alt fleiri kommunalar fyrisitingar og borgarar síggja hetta sum einasta háttin at betra góðskuna í kommunalu tænastunum og fyri at fáa kostnaðin niður.

Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Berlingske í januar í ár vísir, at 70 % av danska fólkinum heldur, at eisini kjarnuuppgávur hjá vælferðarsamfelagnum kunnu loysast av privatum fyritøkum. Hetta sama ger seg galdandi í kommunalu fyrisitingunum.

Her á landi eru eisini tikin fyrstu stigini á hesi leið. Ì februar mánaði fekk Arbeiðsgevarafelagið uppskotið til ein føroyskan útbjóðingarpolitikk til hoyringar.

- Útbjóðingarpolitikkurin legði upp til at økja um útveitingina í Føroyum, og at hetta skuldi skipast eftir ávísum leisti. Hetta tekur føroyska vinnan undir við, vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á. Og slær síðani fast:

- Í hesum føri eigur politikkurin at vera tikin fram, og settur í verk alt fyri eitt.