Onkur áskoðari til Tour de France heldur so lítið um Mark Cavendish, at viðkomandi tveitti piss eftir honum til einkultstartin í dag.
Í gjár var bretin av Isle of Man íblandaður í mest umrøddu støðuni á Tour de France, tá tað bleiv fast millum hann og annan súkklara, sum fór sendandi í vegin, bara fáar metrar frá málinum. Súkklarin, sum fór um koll í gjár, er Tom Veleers.
Leiðslan í Tour de France hevur fríkent bretska sprintaran fyri at hava gjørt nakað revsivert, men tað eru tað at síggja til áskoðarar, sum ikki eru samdir í.
Liðfelagir hjá Mark Cavendish hava í dag skrivað á Twitter, at teir halda lítið um atburðin hjá áskoðarunum, sum hava tveitt piss eftir honum.
Mark Cavendish hevur ikki úttalað seg til fjølmiðlarnar enn.