Tvey bjargingarátøk í Suðurgrønlandi

Fólk í tveimum jollum viltust í mjørka og sigldu upp á ísin, harav hol kom á aðra jolluna.

 

 

Sunnudagin fingu tvær ymiskar jollur trupulleikar í mjørka út fyri Narsarmijt í Suðurgrønlandi.

 

Tey bæði sjóverjuskipini, Knud Rasmussen og Ejnar Mikkelsen, umframt ein tyrla hjá Air Greenland, fóru sunnukvøldið og náttina til mánadagin fólkunum í jollunum til hjálpar.

 

Í tí eini jolluni vóru trý fólk. Tey vóru vilst í mjørkanum og noyddust at biðja um hjálp um 23-tíðina. Tá høvdu tey siglt seg føst í ísin. 

 

Fólkini í jolluni settu seg í samband við løgregluna um fartelefonina, men meðan roynt varð at finna tey, slóknaði fartelefonin fyri streym. Tað eydnaðist tó tyrluni at finna fólkini og taka tey upp.

 

Ein onnur hending fór fram tríggjar tímar seinni - ella stutt fyri klokkan 02 náttina til mánadagin.

 

Her var talan um tvey fólk í einari jollu, sum eisini høvdu siglt seg føst í ísinum, og hol var komið á jolluna. Fólkini sluppu upp úr jolluni og sendu boð eftir hjálp um ein VHF-sendara, tey høvdu við sær.

 

Í neyðini fingu tey fatur í Aasiaat Radio, sum skjótt gav boðini víðari til Arktisk Kommando.

 

Undir øllum átakinum hevði Grønlands Politi samband við tey bæði fólkini, meðan sjóverjuskipið, Ejnar Mikkelsen, samskipaði átakið. 

 

- Arktisk Kommando sendi eina bjargingartyrlu hjá Air Greenland avstað, sum fann fólkini og bjargaði teimum trygt til lands, veit Sermitsiaq at siga.