Vinna H71 og VÍF sínar dystir, so hava liðini fýra stig niður til næsta kappingarneytarnar. Og soleiðis kunnu tey standa í eini framúr støðu í endaspurtinum. Hinvegin er eisini hugsandi, at bæði útiliðini strúka avstað við stigunum. Og so er alt púrasta opið aftur. Fýra lið við eins nógvum stigum, ljóðar nærum sum óhugnaligur spenningur.
Uttan Svein
Hjá StÍF er talan tó um tunga fráveru, nú Sveinur Justinussen ikki er partur av liðnum. Sveinur fekk eitt - kanska bíligt - reytt kort móti Kyndli mikukvøldið, og tí er hann leikbannaður til sera týdningarmikla dystin leygardagin.
Hoyvíkingar kunnu hinvegin gleðast um, at teir eru fullmannaðir. Og tað verður ivaleyst eisini neyðugt, nú trýstið av álvara er farið at merkjast hjá teimum. Kanska er tað júst í hesum, at størsta forðingin hjá liðnum er. Siðvenjan talar ikki fyri, at teir skulu gera seg galdandi heilt fram til finaludystirnar, og størsta avbjóðingin í so máta er at fáa spælararnar at venja seg við tankan. Ein tanki, sum var nær við at forkoma teimum sigurin móti KÍF seinast.
Sperdir Kyndils-menn
Í Vestmanna er einki at ivast í, at talan verður um satt brak. Kyndil vísti nakað av stórspælinum, tá teir í 50 minuttir vundu burtur úr StÍF mikukvøldið. At tað so kortini kiksaði við finaluplássinum í steypakappingini man uttan iva hava sært spælararnar illa. Og so er spurningurin, hvørt reaktiónin upp á vónbrotið verður at geva skarvin yvir, ella at satsa alt upp á FM-stríðið.
VÍF er kanska ikki heilt so kroyst. Teir hava longu vunnið seg fram í steypafinaluna, og í landskappingini er talan ikki um vanlukku, um talan ikki verður um sigur. Tað kann tí hugsast, at hetta gevur teimum neyðuga sálarfriðin til at fara til dystin sunnudagin uttan somikið av nervum, at hetta fer at bila í spælinum.
Seinasti dysturin verður í Hovyíkarhøllini sunnudagin, tá KÍF og Neistin takast. Fyri spenningin í kappingini hevur úrslitið sum so ongan týdning. Men bæði liðini hava upplivað stórar batar í spælinum seinastu tíðina. Og tí vilja tey uttan iva royna at byggja víðari upp á góðu gongdina.