Tvey deyð eftir skjóting á barr í Svøríki í gjár

Seinastu tíðina hevur Svøríki verið herjað av álvarsligum valdsgerðum og skottilburðum og soleiðis var eisini í gjárkvøldið.

 

Fýra fólk vórðu skotin á einari barr í Sandviken norðanfyri Stokkhólm í Svøríki hóskvøldið. Tvey fólk lótu lív, og tvey onnur vórðu særd í skottilburðinum.

 

Tað upplýsir svenska løgregan í morgun. Tey fingu boðini um hendingina í gjárkvøldið klokkan 22.18, lokala tíð.

 

- Á staðnum funnu vit fýra fólk við skotskaðum, harav tvey vóru í lívsvanda, sigur svenska løgreglan.

 

Tíðliga í morgun var eingin handtikin í samband við tilburðin.

 

Sambært svenska miðlinum Expressen heldur løgreglan, at tann eini av teimum, sum læt lív, hevur verið málið hjá tí ella teimum, sum skutu og at hini trý, sum vórðu rakt av skotum, av tilvild vóru á barrini.

 

Barrin skrivar í morgun, at tey hava stongt um vikuskiftið eftir ógvusliga tilburðin í gjárkvøldið.

 

Sandviken, har skottilburðurin fór fram, liggur nakrar kilometrar norðanfyri Stokkhólm og nærindis Uppsala.

 

Báðir býirnir hava seinastu tíðina verið raktir av fleiri álvarsligum valdsgerðum, sum kunnu knýtast til bandakriminalitet.

 

- Tilburðurin í gjárkvøldið kann helst knýtast til kriminelt umhvørvi, men eg kann ikki siga, hvørjir bólkar hetta snýr seg um. 

 

Talsmaðurin hjá svensku løgregluni, Magnus Jansson Klarin, sigur, at tey hava gjørt fleiri avhoyringar og enn fleiri skulu gerast.

 

Hann leggur aftrat, at tey eisini kanna eftir, um tilburðurin í gjárkvøldið hevur tilknýti til aðrar skottilburðir í Svørík seinastu tíðina.