Millum teir tjúgu spælararnar, ið eru við U17 landsliðnum til EM í Kroatia, eru Stefan Radosavljevic og Elias Gilstón El Moustage. Teir hava røtur úr avikavist Serbia og Marokko. Báðir hava ein dreym um at blíva yrkisspælarar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna
Stefan Radosavljevic spælir í dag við TB/FCS/Royn. Hann er sonur Aleksandar Radosavljevic, vanliga nevndur Sasha, ið millum annað umboðaði TB, Royn og GÍ í síni fótbóltsárum. Um aldarskiftið royndi hann seg í Korea, men tað eydnaðis ikki heilt. Hann kom aftur til Føroya, nú við einum nýføddum soni.
-Eg var tríggjar mánaðar gamal, tá vit fluttu aftur til Føroya og eg havi búð her síðani. Eg havi aldrin havt ein betri kenslu, enn tá dómarin bríkslaði av í dystinum móti Slovakia og vit komu til EM, sigur Stefan Radosavljevic.
Hann hevur ein dreym um at blíva yrkisfótbóltsspælari og er til reiðar, at fara eftir dreyminum.
-Eg havi alt tað eg kann minnast vilja verið fótbóltsspælari. Her eru umboðsmenn og hyggja eftir mær, so nú skal eg bara prógva at eg eri nóg góður. Eg eri til reiðar at fara, sigur framrættaði miðvallarin, sum eisini kann spæla í álopinum.
El Moustage er úr Marokko
Tey flestu mundu undrast á eftirnavnið hjá Eliasi Gilstón El Moustage, sum ikki er so vanligt millum føroyingar. Hann var ein brandur á miðvøllinum, tá U17 landsliðið vann sær plássið í EM endaspælinum.
-Pápi mín er úr Marokko, meðan mamma er úr Føroyum. Eg havi búð á Suðuroynni í fýra ár, men búgvi nú í Danmark, har eg spælið við AaB. Málið er at mennast og við tíðini koma at spæla í Superliguni, greiðir fryntligi Elias El Moustage frá.
Í ljóðbrotinum ber eisini til at hoyra Stefan Radosavljevic og Elias Gilstón El Moustage seta orð á kensluna at koma til EM, skemtiliga útlevera onkrar av liðfeløgunum og tosa um stórar dreymar í fótbóltsheiminum.
Fyrsti dysturin í EM endaspælinum verður í morgin klokkan 11. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tvey eftirnøvn sum skilja seg burturúr Tvey eftirnøvn sum skilja seg burturúr
U17: Radosavljevic og El Moustage eru tvey eftirnøvn, sum stinga burturúr á føroyska liðnum
info
Tróndur Arge
2. mai 2017 kl. 21:15
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Hjólini eru farin út av vegkantinum
15. oktober kl. 14:22
Video: Filmur av illveðrinum í dag
14. oktober kl. 20:25
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
Í gjár kl. 21:59
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár
36 minuttir síðan
Tíðindi
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
1 tími síðan
Tíðindi
Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar
1 tími síðan
Tíðindi
Útvið 9 av 10 kvinnum taka av tilboð um bróstkrabbaskreening
2 tímar síðan
Tíðindi
Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett
2 tímar síðan
Tíðindi
Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur
2 tímar síðan
Fótbóltur
Birna var best í september
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking
3 tímar síðan
Tíðindi
Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar
4 tímar síðan
Tíðindi
Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum
4 tímar síðan
Tíðindi
Zelenskyj vitjar Stórtingið
5 tímar síðan
Lesarabrøv
Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir
5 tímar síðan