Tvey eru hægst virðismett

Manchester United úr Onglandi og Real Madrid úr Spania eru hægst virðismettu fótbóltsfeløgini í heiminum

Fíggjar og grannskoðarrisin, KPMG, hevur kunngjørt eina árliga rapport um tey mest virðismettu fótbóltsliðini í heiminum.

 

Í rapportini hjá KPMG koma tey bæði stófeløgini, Manchester United úr Onglandi og Real Madrid úr Spania, á einum deildum fyrsta plássi. Bæði við einum virðið uppá 21,5 milliardir krónur.

 

Á triðja plássinum kemur Barcelona við einum virðið uppá 20,7 milliardir krónur, meðan Bayern Munchen er á fjórða plássið við einum virðið uppá 16,3 milliardir krónur.

 

Ítróttarstjórin hjá KPMG, Jean-Luc Leroux, sigur at analysan av feløgunum í rapportini byggir á fleiri ymisk viðurskiftir.

 

-       Analysan viðgerð hvussu væl umtókt feløgini eru globalt, tal av fylgjarum á sosialum miðlum, ítróttarlig avrik, virðið á spælarunum hjá feløgunum, inntøkur av sjónvarpspengum, hvussu ofta feløgini verða víst í sjónvarpinum og ikki minst stadionumstøðunum hjá feløgunum.

-       Listin er gjørdur soleiðis at feløgini kunnu samanbera seg við hvørji onnur. Tey fáa at síggja hvar tey eru stødd í tí europeiska hierarkinum, og hvussu tey kunnu útvikla sítt egna virðið gjøgnum kappingarár, sigur Jean-Luc Leroux.

 

Topp 10 listin yvir hægst virðismettu fótbóltsfeløg í heiminum er hesin:

 

1.     Manchester United – virði 21,5 milliardir krónur

2.     Real Madrid  - virði 21,5 milliardir krónur

3.     FC Barcelona – virði 20,7 milliardir krónur

4.     Bayern Munchen virði 16,3 milliardir krónur

5.     Arsenal – virði 12,6 milliardir krónur

6.     Manchester City – virði 11,8 milliardir krónur

7.     Chelsea – virði 11,1 milliardir krónur

8.     Liverpool – virði 9,6 milliardir krónur

9.     Juventus – virði 7,2 milliardir krónur

10. PSG – virði 6,2 milliardir krónur