Tvey feløg vilja hava Gilla

Umframt AaB, so er eisini eitt annað danskt felag, ið vil hava Gilla Sørensen. In.fo skilir, at prísurin fyri U21 landsliðsskiparan er ein sekssiffrað upphædd.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at danska Superligafelagið, AaB, vil hava Gilla Sørensen, eftir at hann var og royndarvandi við felagnum fyrr í summar.

 

Nú ljóðar, at eisini fyrrverandi FC Hjørring, sum í dag eitur Vendsyssel FF, eru áhugaðir í Gilla. Tá Gilli var í Danmark og vandi við AaB spældu teir móti júst FC Hjørring, sum spælir í donsku 1.deild.

 

Hann gjørdi tað somikið væl í tí dystinum, at bæði liðini hava vent sær til B36 fyri at fáa fatur á tvøramanninum.

 

Tað er ikki heilt ókeypis at keypa føroyska U21 landsliðsskiparan frá B36. Sum skilst, so er talan um sekssiffrað upphædd, ið tað kostar at keypa hann leysan úr sáttmálanum.