Tvey finalupláss eftir

Hondbóltur - Kvinnurnar hjá Stjørnuni og menninir hjá Neistanum fáa í kvøld at síggja, hvørjum spælast skal ímóti í steypafinalunum um hálvaaðru viku

Bara tveir dystir eru eftir, áðrenn vit vita, hvussu steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í Coca-Cola Cup-kappingini verða mannaðar.
Hjá kvinnunum hevur Tjaldur ein góðan fyrimun, tí liðið á útivølli vann fyrra dystin ímóti Neistanum við átta málum, 31-23. Nú liðini hittast í Runavík í kvøld klokkan 19.30, liggur trýstið tí á Neistanum, ið skal royna at heinta sum mest innaftur. Rúni Mohr og Ragnar Simonsen døma dystin millum tey bæði kvinnuliðini, ið eisini eru við í oddastríðnum í Sunset-kappingini.
Munandi størri er spenningurin undan seinnu hálvfinaluni hjá monnum, sum verður spæld á Skála í kvøld klokkan 19.30 millum StÍF og KÍF, tí í fyrru hálvfinaluni teirra millum í Kollafirði, vann KÍF við bara einum máli, 21-20, so her kann alt henda. Altjóða dómararnir, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, døma dystin á Skála.
Steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 12. februar.