Tvey flogfør avlýst

Tvey tey seinastu flogførini, sum skuldu koma í Vágar í kvøld fingu ikki lent vegna mjørka, tey fóru tí bæði til Stavanger, har tey standa til í morgin. RC459, sum skuldi koma úr Keypmannahavn, kemur úr Stavanger og verður væntandi í Vágum kl. 11:15, hitt flogfarið RC408, sum skuldi koma úr Reykjavík, kemur væntandi í Vágar kl. 14:15 í morgin.

Ættin verður landsynningur í morgin, vindferðin fer at liggja um 3-4 m/sek og tað verður klárt.