Tvey føroysk bronsumerki í Triathlon

Guðmundur Joensen og Annelisa Jústadóttir Møss vunnu bronsu í triathlonkapping í Danmark.

Fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar koyra við fullari ferð. Fleiri av íðkarunum, sum skulu luttaka á Oyggjaleikunum, luttaka nú í kappingum, fyri at koma í form og gera seg til reiðar at vinna heiðursmerki á Jersey.

 

Aftur í ár luttaka Føroyar við einum landsliði í triathlon, og 1. hvítusunnudag luttóku nakrir av føroysku triathloníðkarunum í kapping í Vejle. Og væl hilnaðist.

 

Guðmundur Joensen er ein teirra, sum skal umboða Føroyar. Í kappingini í Vejle endaði hann á einum triðja plássi, og sambært sersambandinum var tíðin góð og kappingarneytarnir sterkir.

 

Guðmundur Joensen vann silvur á Bermuda, tá Oyggjaleikirnir vóru har fyri tveimum árum síðan, og vónirnar eru góðar til leikirnar á Jersey.

- Hetta var ein hørð ruta og ein hørð kapping, og tí eri eg nøgdur við úrslitið, segði Guðmundur eftir kappingina. 


Kappast varð á tí sokallaða OL teininum. Tá verður svomið 1500 metrar, súkklað 40 km og at enda runnið 10 km. Men vegna tað, at vatnið bara var 11 hitastig, so broyttu fyrireikararnir svimjingina nakað. Ístaðin fyri at svimja 1500 metrar, bleiv svomið 750 metrar. Haraftrat máttu flest allir svimjarar lata seg í bæði handskar og hosur. Hetta ørkymlaði fleiri av luttakarunum, tí við køldum fingrum var torført at fáa triathlondraktina av sær.

 

Væl gekk eisini hjá Annelisu Jústadóttir Møss. Hon gjørdist eisini nummar trý, og er tí væl fyri í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar.

 

Kappingin í triathlon verður á Jersey 28. juni.