Tvey neyðhjálparstarvsfólk eru deyð í álopi í býnum Ivanisvske uttan fyri Bakhmut í Ukraina.
Tað skrivar spanska blaðið El Mundo sambært svensku tíðindastovuni TT.
Eitt svenskt neyðhjálparstarsvfólk í Ukraina, Johan Thyr, varð álvarsliga særdur, tá eitt bilafylgi, sum hann ferðaðist við, var álopið.
Tveir starvsfelagar hjá honum doyðu, tá bilurin varð raktur.
Sambært felagsskapinum »Road to Relef« eru ein spanskur og ein kanadiskur deyðir í álopinum. Tað skrivar TT.
Johan Thyr sigur við svenska blaðið Experssen, at bilurin varð raktur av eini dronu. Tað skrivar TT.
– Vit koyrdu móti eini bygd, ið eitur Ivanivske uttan fyri Bakhmut. Vit vóru fýra í bilinum. Dronan rakti bilin í vinstru stíðu.
– Vit rendu á, og eldur kom í bilin. Hermenn komu okkum til hjálpar og koyrdu okkum á sjúkrahús, sigur hann sambært TT.
Eisini eitt annað starvsfólk úr Týsklandi varð rakt. Støðan hjá viðkomandi er álvarslig, men støðug.
Spanski uttanríkisráðharrin, José Manuel Albares, hevur váttað, at ein sponsk kvinna, sum er neyðhjálparstarvsfólk, hevur látið lív.
Albares varð spurdur um tað á G20 fundinum í India.
– Eitt projektil lendi á einum akfari, sum hesi spanski ríkisborgarin ferðaðist í. Hon arbeiðir fyri ein sjálvbodnan felagssakp, sum veitir humanitera hjálp í Ukraina, og vit hava fingið eina munnliga váttan uppá, at hon er deyð, segði Albares við tíðindafólk sambært tíðindastovuni AFP. Tað skrivar TT.
/ritzau/