Tvey frystilínuskip á veg yvir á Flemish Kap

- Vit rokna við, at nakað verður av útróðri í næstu viku, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur.

Í løtuni er bara eitt av teimum smærru ísfiskalínuskipunum til fiskiskap.

 

- Skipið fær mest av longu og brosmu og kemur inn at landa mánadagin.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Tey smærru ísfiskalínuskipini, sum eru trý í tali, eru Volunteer, Fiskivarði og Anru. 

 

Men, eru fá ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni, eru so mikið fleiri frystilínuskip úti og royna eydnuna.

 

- Fimm eru undir Føroyum, harav eitt í løtuni er á Føroyabanka. Haraftrat eru tvey frystilínuskip á veg yvir á Flemish Kap.

 

Føroysku línuskipini, sum fara at fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap í ár, eru Eivind, Klakkur (myndin ovast) og Jógvan I.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og líkt er til, at veðrið verður gott.

 

- Vit rokna við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur, verður lagt aftrat.