Samanum
Vit skulu hava sjey stig.
Vit skulu skifta leikskipan til eina fýra-mans verju, so vit koma longur fram á vøllin.
Føðibrøvini vísa, at ein ávís útskifting er neyðug í hópinum, og hesa mugu vit gjøgnumføra.
Og so mugu vit eisini hava Toda Jónsson aftur á landsliðið.
Jú, Stóri Larsen hevði stór orð at bera fram, tá hann í mai mánaði í fjør skrivaði undir sáttmála við Fótbóltssambandið. Ein sáttmáli, sum í fyrstu atløgu skuldi vara tvey ár.
Hørð byrjan
Tá venjarin samstundis ásannaði, at hann hevði ein ógvuliga avmarkaðan kunnleika til føroyskan fótbólt, var greitt, at hetta ikki fall í eins góða jørð alla staðni. Nakað sum eisini merkti skrivingina her í blaðnum, og tað ikki minst eftir at tað stóð greitt, at venjarin ikki fekk stundir at koma til Føroyar undan summarsteðginum, hóast fyrstu útmeldingarnar greitt bendu á, at venjarin hevði møguleika at koma til landið áðrenn summarsteðgin, um so var, at hann undan hesum hevði tryggjað táverandi felagnum, Ølstykke, uppflyting til næstbestu donsku deildina.
Skrivingin ta ferðina fekk enntá føroyska fótbóltsbossin, Dánjal Andreasen, at taka til orðanna.
- Latið mannin sleppa ígongd, áðrenn tit døma hann, vóru boðini frá Dánjal á hesum síðum tann 12. juli.
- At fílast inn á Fótbóltssambandið er í lagi, men betri skuldi verið tikið ímóti manninum, tí hann hevur einki gjørt enn, voru boðini. Og tað var einamest hetta seinasta, sum bitið varð merki í, tí maðurin hevði jú einki gjørt.
Kritikkurin tagnaði
At skula bíta seg sjálvan í vørrina, er kanska ikki so lættur kostur, men í hesum førinum má ásannast, at Dánjal Andreasen hevði rætt í sínum atfinningum. Tí tað gekk ikki long tíð, áðrenn Henrik hevði víst, at hann í øllum førum hevði nakað at hava stóru orðini í.
Longu undan fyrsta dystinum, sum var móti Liktenstein tann 20. august, stóð greitt, at í øllum førum tríggir stuðulsleikarar ikki fóru at vera við. Uni Arge hevði álvarsligar trupulleikar við rygginum, og mátti seta skógvarnar á hillina, Øssur Hansen metti seg ikki longur hava stundir til landsliðið, og Todi Jónsson hevði framvegis ikki flaggað inn í føroyska havn aftur. At hetta so eisini hjálpti til í ætlanunum at skifta føðibrøvini er so nakað heilt annað.
Men fyrsti dysturin móti Liktenstein varð vunnin, og samstundis fekk føroyska liðið brotið forbannilsið, sum annars tóktist liggja á Tórsvølli. Gaman í var hetta bert ein pinkutjóð, men longu næsta dystin, fekk tjóðin orsøk at fegnast.
Tann 6. september var stórur partur av fótbóltseuropa ? og í øllum førum Skotland ? skelkað. John Petersen syrgdi tíðliga í dystinum fyri, at Føroyar vóru á odda 2-0 móti Skotlandi. Ein leiðsla, sum bert av svartasta óhepni fall burtur, soleiðis at talan gjørdist um javnleik, men hóast hann iðraði seg, so hevði Larsen orsøk at smílast. Kritikkurin tagnaði, venjarin fekk arbeiðsfrið, og kanska einamest, so hevði hann víst, at hóast avboðini, so høvdu føroyingar framvegis eitt landslið, sum nógv kundi byggjast á.
Nógv er rokkið
Og fyri at venda aftur til málini, so er nógv rokkið á leiðini.
Teimum sjey stigunum rukku vit ikki, og tað var kanska eisini utopiskt at ímynda sær hesi, tá lutakastið ikki longur setti Føroyar í bólk við onkra pinkutjóð. At vit so í nógvum førum hava verið heilt nær við, er ein onnur søga, og tað bendir kanska á, at tað eisini í komandi undankapping eru fleiri stig í eygsjón.
Leikskipanin varð alt fyri eitt broytt til eina fýra mans ketu í verjuni, og fyri tað allar mesta hevur hendan rigga sera væl. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu lítil tíðin er, sum landsliðsvenjarin hevur at arbeiða við fólkinum, sammett við venjaran í einum vanligum felag, sum at kalla hvønn dag kann greiða leikarunum frá ætlanum sínum. Hetta bendir á sera góð evni at samskifta við fólk, og at venjarin eisini gevur Jógvan Martin Olsen stóran part av æruni í so máta, undirstrikar eisini, at hann er ein liðspælari. At tað so hjálpti til í umskiftinum, at Jón Rói Jacobsen alt fyri eitt varð gjørdur til verjuálit, er nakað annað, men tað er so eisini uppgávan hjá venjaranum at duga at síggja, hvussu besta liðið verður sett saman.
At dópsbrøvini skuldu skifast út, gjørdist sum omanfyri nevnt at kalla neyðugt, tá eitt nú Øssur og Uni ikki longur sóu seg førar fyri at vera við. Øssur kom so kortini við tveir dystir, tá hann hevði møguleikan at spæla móti Týsklandi, og hóast hetta kann fatast sum misálit á teir, sum annars kappaðust um sessin, so var tað á ongan hátt nakað, sum gjørdi liðið veikari.
Og at handling var aftan fyri orðini, er eisini prógvað. Fleiri nýggj andlit eru komin í landsliðshópin, og tó at ikki allir steðgirnir hava verið eins drúgvir, so eru tó fleiri teirra, sum hava bitið seg fastar. Eingin fastari enn Jann Ingi Petersen, men verður hugt at hópinum móti Litava mikukvøldið, so vóru eisini fleiri aðrir. Atli Danielsen, Tór-Ingar Akselsen og Christian Lamhauge Holst eru allir púra feskir, og eisini er talan um fleiri aðrar leikarar, sum veruliga hava sligið ígjøgnum undir nýggja venjaranum.
Í hesum sambandi er eisini vert at nevna, at saman við hjálparvenjaranum hevur Henrik Larsen sýnt stórt dirvi, tá landsliðið er sett til ymsu dystirnar. Tað hevur verið sjáldan, at liðið bara sett eftir gomlum vana, so sum tað kanska onkra aðra tíð hevur verið gjørt, men tvørtur ímóti tykjast fleiri pláss at vera sett eftir, hvussu venjarin metir dagsformin hjá leikarunum at hava verið. Tað er sjálvandi ikki follið eins heppið út hvørja ferð, men tað brýtir í øllum førum við vanahugsan, og so bendir tað eisini á, at her er ein maður, sum torir at standa inni fyri sínum hugsanum.
Útsøgnin um Toda var soleiðis tann einasta, sum als einki høpi var í, men tað undirstrikar helst bara, at tað als einki persónligt agg var handan avboðið hjá Toda í sínari tíð, men at skaðafrekvensurin var einasta grundgevingin. Ein grundgeving, sum hann eisini framvegis heldur fast í.
Men samanumtikið, so er eftirmetingin nakað væl betri, enn skoðsmálið, sum hann fekk í juli mánaði í fjør. Fyri fyrst takka vit fyri tey bæði fyrstu árini, men ein nýggj undankapping stendur fyri framman, og eisini hon verður við Henrik og Jógvan Martin við stýrisvølin.
Og tað gleða vit okkum til!