Tíðliga gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at fólk vóru komin til ilnar í Niels Fnsensgøtu í Havn á leiðini, har handilin hjá Guðrun & Guðrun er.
Tað umleið klokkan 04.45, at fólk, sum vóru á staðnum, settu seg í samband við løgregluna og søgdu, at illstøða hevði tikið seg upp, og at løgreglan átti at koma á staðið.
- Tey, sum boðaðu frá, søgdu, at útlit vóru til, at her kundi harðskapur spyrjast burturúr, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Lagt verður aftrat, at úrslitið av bardaganum við handilin hjá Guðrun & Guðrun var, at tvey fólk fingu løstir, og nú vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum vóru á staðnum.
- Tá talan er um tvey fólk, sum hava fingið løstir, er talan samstundis um tvey mál - og í hesum førinum um tvey harðskapsmál, sum løgreglan gjarna vil vita meira um.
Vaktleiðarin sigur, at løgreglan gjarna vil frætta frá fólki, sum vóru á staðnum í miðbýnum tíðliga gjáramorgunin, eftir at skeinkistøðini lótu aftur.
- Nógv fólk vóru á staðnum hesa løtu, tá bardagin var, og onkur hevði hug at leggja uppí. Enn er eingin handtikin í málinum, verður lagt aftrat.