40 dagar í spjellið kostaði tað einum tilkomnum manni í Føroya Rætti, at hann í mai 2008 og seinni í september sama árið breyt inn. Fyrru ferð í kioskina hjá Náttarravnunum við Steinatún, og seinu ferðina í Fish & Chips á Vaglinum.
Maðurin hevði í tveimum umførum í september 2009 játtað seg sekan í seinna innbrotinum. Ein kriminalløgreglumaður, ið byrjaði á deildini 1. september 2009, hevði fingið hetta gamla málið upp í hendurnar, og tá teir framman undan høvdu ein mistonktan í málinum um innbrotið í kioskina hjá Náttarravnunum, gjørdi hann av at spyrja viðkomandi um innbrotið í Fish & Chips.
Komin inn í gongina hjá viðkomandi varnast hann einar skógvar, ið minna nógv um eitt sálaprent, teir hava frá innbrotinum í Fish & Chips. Maðurin er fyrikomandi og blíður og viðgongur eftir hondini, at tað er hann, ið hevur framt innbrotið í Fish & Chips.
Eftir áheitan vísir hann kriminalløgreglumanninum á nakrar lutir, ið tiknir eru í Fish & Chips, millum annað ein mikrobylgjuovn og eina fastnet telefon.
Maðurin skal til arbeiðis, og tí verður avtalað, við tann nú skuldsetti skuldi koma á løgreglustøðina tveir dagar seinni at geva fulla frágreiðing. Hetta verður gjørt, og í báðum førum verður maðurin gjørdur varðigur við síni rættindi.
Avhoyringin endar við, at maðurin lesur frágreiðingina hjá løgregluni ígjøgnum og undirskrivar hana eisini.
Málið verður hereftir viðgjørt sum eitt játtanarmál.
Kúvendir
Málið verður nú sett at koma fyri í Føroya Rætti í oktober í fjør, men nú ger maðurin eina kúvending. Hann noktar seg sekan í báðum innbrotunum og pástendur, at tað, hann hevur sagt í politirapportini er »løgn og latin«, sum ákærin málbar seg í rættinum í gjár.
Ákærin metti tí, at neyðugt varð at innkala vitnir, sum í fyrsta umfari vóru óneyðug, eftirsum at talan var um eitt játtanarmál. Málið kom tí fyri aftur í Føroya Rætti í gjár, og nú vórðu tvey vitnir innkallað. Eitt, sum upprunaliga sá mannin bróta inn í Náttarravnskioskina og sum eftirfylgjandi ringdi 1-1-2, og so løgreglumaðurin, sum avhoyrdi mannin.
Fyrra vitnið, ein ung genta, greiddi frá, at hon hevði sæð mannin hetta kvøldið, har hann fyrst tosaði við nøkur fólk í einum bili. Seinni hoyrdi gentan og tveir vinmenn, hon fylgdist við, eitt brak, ið vísti seg at vera ein plastrútur, sum brotnaði. Gentan bar eyga á mannin inni í kioskini, og tá maðurin sá ungfólkini, kom hann stórleypandi út úr kioskini og tók til rýmingar.
Unga gentan ringdi 1-1-2 og løgreglan bað hana og vinfólk hennara halda eyga við manninum at vita, hvønn veg hann tók til rýmingar. Tey so gjørdu, og stutt eftir var løgreglan á staðnum og handtók mannin. Henda gongd gjørdi, at ákæruvalið ikki helt tað kundi vera nakar ivi um, at maðurin var hin seki.
Í hevnusøku
Fyrra innbrotið fór sum nevnt fram í mai 2009, men tá var maðurin so drukkin, at hann ikki mintist nakað frá hendingini. Tí vildi hann ikki viðganga, at tað var hann, sum var hin seki.
Seinni um árið, í september 2008, hevði hann so framt innbrotið í Fish & Chips. Í detaljeraðu frágreiðing síni til løgregluna greiddi skuldsetti frá, at hann hevði framt innbrotið í Fish & Chips í hevnusøku fyri, at løgreglan hevði ákært hann í fyrra innbrotinum. Hann segði seg vita, at »onkur frá politinum« átti Fish & Chips.
Ákærin, Helle Vibeke Severini, legði dent á, at av tí at so long tíð var fráliðin, var minnið hjá vitnunum ikki tað sama, og tí átti størri dentur at verða lagdur á politirapportirnar, sum vórðu tiknar stutt eftir hendingina, meðan minnini enn vóru frísk.
Hon legði eisini dent á, hvussu nógv niður í smálutir frágreiðingin hjá ákærda var í seinna málinum um innbrotið í Fish & Chips.
Ákærin helt tað vera prógvað uttan um allan iva, at maðurin var sekur í fyrra innbrotinum hjá Náttarravnunum, tí vitnini hildu eyga við honum fram til hann varð handtikin, og í seinna førinum vísti hon til frágreiðingina hjá manninum sjálvum, umframt tað sannroynd, at stolnu lutirnir vóru funnir heima hjá manninum.
Eisini helt hon, at tað var undarligt at geva eina so detaljeraða frágreiðing fyri síðani í rættinum at nokta fyri øllum, serliga tí maðurin hevði ríkiligar møguleikar at taka frágreiðingina aftur.
Eingi prógv
Verjin, Jógvan Páll Lassen, helt hinvegin, at tað funnust eingi ítøkilig prógv, hvørki í fyrra málinum ella seinna.
Hann segði, at vitnini høvdu tikið feil í teirra eyðmerking av ákærda, og at í seinna innbrotinum var einki sum helst prógv fyri, at ákærdi var rætti maðurin. At stolnu lutirnir vórðu funnir heiima hjá ákærda prógvaði ikki, at hann hevði gjørt innbrotið.
At ákærdi hevur sagt ósatt fyri løgregluni undir einari avhoyring er kanska ikki moralskt rætt, men tað er í hvussu er ikki revsivert, staðfesti Jógvan Páll Lassen.
So meðan ákærin legði pástand um 40 til 60 dagar fongsulsrevsing við avgerð dómarans um hon skuldi verða treytraleys ella ikki, kravdi verjin frídøming í báðum málum.
Dómarin metti tað tó prógvað, at maðurin var sekur í báðum innbrotunum, og dømdi hann 40 daga fongsulsrevsing. Hendan verður tó treytað av, at maðuri ikki ger nakað revsivert í eitt ár frá dómsdegnum.
Grundgevingin fyri at dómurin varð gjørdur treytaður er, at maðurin áður ikki er revsaður, og at so long tíð er liðin síðani, at innbrotini eru framd.
Maðurin bað um umhugsingartíð at kæra dómin til hægri rætt.