Tvey ísfiskalínuskip koma inn at landa í morgin

Í løtuni fiska fýra ísfiskalínuskip í føroyskum sjógvi, og fýra fiska í útlendskum sjógvi.

 

Roknað verður ikki við nógvum útróðri í næstu viku. Streymurin er harður, og veðrið verður skiftandi.

- Tvey ísfiskalínuskip koma inn at landa í morgin. Annað hevur mest av blálongu og nakað av toski og svartkalva. Hitt hevur mest av hýsu og so nakað av toski.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

- Fýra frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi, trý eru í íslendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi.

 

Sagt verður, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott í byrjanini av vikuni, men verður meira skiftandi seinni í vikuni. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur.

 

 

 

Roknað verður ikki við nógvum útróðri í næstu viku. Streymurin er harður, og veðrið verður skiftandi.