Tvey kend advokatvirki leggja saman til Dania advokatar

Tríggir føroyskir løgfrøðingar eru við í nýggja stóra asvokatfelagnum, Dania advokater

Advokatfyritøkurnar Andreassen & Partnere og Groth-Andersen & Nørkær seta á stovn felags skrivstovu undir heitinum Dania advokatar við umleið 80 starvsfólkum, harav 31 eru løgfrøðingar.

Frá 7. september vera Dania advokatar settir á stovn soleiðis, at advokatfyritøkurnar Andreassen & Partnere I/S, ið er kent frá fleiri størri endurskipanum av vinnuvirkjum í Føroyum, og Groth-Andersen & Nørkær Advokatfirma A/S gerast partur av einum integreraðum skrivstovufelagsskapi við skrivstovum í Keypmannahavn, Svendborg og í Nuuk.

Deildin í Keypmannahavn heldur fram í núverandi hølunum hjá Andreassen & Partnere í Bredgade 49, meðan deildirnar í Svendborg og í Nuuk halda fram í hølunum hjá Groth-Andersen & Nørkær.

?Virkini hjá okkum hava samarbeitt í fleiri ár og hava í verkið sæð, at persónliga samskiftið, hugburður, eins og bæði sterkari og veikari síður gera eitt samstarv skilagott og framtíðarsinnað, siga advokatarnir Kaj Andreassen, Andreassen og Partnere og Arne Knudsen, partnari í Groth-Andersen & Nørkær. Ætlanin er, at skrivstovufelagsskapurin í komandi árini gerst ein verulig samanlegging av teimum báðum advokatfyritøkunum.

?Vit eru sannførdir um, at tað er týðandi at vera um alt landið í Danmark, so vit kunnu vera nær klientum okkara víða um í landinum. Men vit eru eisini av teirri fatan, at tann alsamt økta globaliseringin fer at viðføra ein vaksandi tørv á einum advokatvirki, sum umframt at vera væl skipað regionalt, somuleiðis fær eina deild við servitan og altjóðasinnaðum fólki.

?Fremstu arbeiðsøki okkara fara at vera tey somu, sum vit higartil eru kend fyri, sum serfrøðingar innan keyp og sølu av virkjum, skráseting á partabrævamarknaði, føst ogn, banka og fíggingarrætt, skipabygging og -fígging, russisk, baltisk og eystureuropeisk rættarviðurskifti, føroysk og grønlendsk rættarviðurskifti, endurskipanir og trota- og deyðsbúarviðgerð. Hvør fyri sær eru vit sterk, men í felag kunnu vit klára flestallar advokatuppgávur, sum klientar okkara hava tørv á.


Kaj Andreassen og Arne Knudsen dylja heldur ikki fyri, at framtíðarætlanirnar eru ein samanlegging við eitt ella fleiri advokatvirki í Jyllandi. Harafturat eru ítøkiligar ætlanir um at skipa umboðan í Ruslandi, eins og at økja virksemið í norðurlondum.