Brasilsku myndugleikarnir vátta, at teir hava funnið líkini av fólki, sum vóru við franska flogfarinum Talsmaðurin hjá brasilska flogvápninum sigur, at líkini vórðu funnin í morgun, og sum skilst er talan um tvey lík. Harafturat hava leitingarskipini funnið ymisk vrakpetti og viðføri.
Millum annað hava skipini funnið ein ryggsekk, og í honum var ein ferðaseðil frá Air France. Talsmaðurin vildi ikki siga nakað um, hvørjum landi tey funnu eru úr.
228 fólk vóru við franska Airbus-flogfarinum, sum hvarv á veg úr Rio de Janeiro til París.