Tað er av allar fagrasta veðri seinnapartin í gjár.
Sólin skínur oman og niðan, og í bø og haga hoyrast fuglarnir láta og smálomb spæla í góðveðrinum.
Oman úr haga kemur ein ungur maður gangandi. Um hálsin hevur hann ein kikara og í hondini ein stav. Tað er Rasmus Magnusson, sum vanliga gongur í 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.
Í dag fekk hann frí á middegi, og í dag var hann fult greiður um, hvat seinnaparturin skuldi nýtast til: At hyggja eftir, um nøkur ær mundi hava lembt.
Jú, mín sann um ikki tvey lomb vóru undankomin!
- Eg havi beint nú markað hesi bæði lombini. Tað er omma mín sum eigur tey, greiðir Rasmus frá.
Trý lomb higartil
Hóast sín unga aldur, hevur Rasmus leingi havt stóran áhuga fyri seyði.
Henda tíðin er sera spennandi hjá teimum, sum eiga seyð, nú lembingin er fyri. Prátið teirra millum snýr seg fyri ein stóran part um, hvussu væl lombini eru undankomin.
Nakrar dagar frammanundan var fyrsta lambið komið undan, og sjálvur væntaði hann at okkurt lambið fór at koma aftrat í dag (hósdag, blðm.) og mong aftrat eftir hetta.
- Vit skuldu helst fingið eitt lamb uppá ærina!, sigur hann.
Væl fyri
Ein annar spurningur er altíð, hvussu ærnar sjálvar eru fyri at lemba.
Fyri Rasmus er eingin ivi um tann spurningin:
- Jú, seyðurin er øgiliga væl fyri í ár!
Orsøkina til hetta heldur Rasmus vera at gróðurin hevur verið so góður.
Pápi hansara er bóndi, og fyri sjálvur at fáa sær størri kunnleika til seyðahald, er hann ein av teimum, sum fáa meiri at vita um hetta á einum skeiði á Royndarstøðini í Kollafirði.
- Hetta er eitt gott skeið, tí her fær ein nógv áhugavert at vita um seyð og seyðahald, sigur Rasmus.
Markað
Hvussu seyðurin verður markaður er ymiskt, og hvat hann verður markaður við, er eisini ymiskt.
Sjálvur brúkti Rasmus ein saks at marka við í dag. Hetta verður síðani ført inn í eina bók, soleiðis at teir kunnu halda skil á lombunum aftur til heystar.
- Á henda hátt síggja vit, um nakað lamb manglar tá, sigur Rasmus.
Tað er ójavnt, hvussu nógv teir fletta um heystið, men vanliga liggur tað um 50 seyðir.