Tvey mál í tveir minuttir

Fótbóltur, 2. deild: Ikki fyrr enn móti endanum komu málini í dystinum millum GÍ og EB/Streym

Sum tað leið móti endanum, tá EB/Streymur vitjaði í Gøtu leygardagin, bendi alt á, at tað skuldi enda málleyst. Og tað áttu teir á heimaliðnum at verðið mest fegnir um, tí teir á EB/Streymi høvdu havt bóltin mest, og tað vóru teir, sum høvdu havt flestu málmøguleikarnar.

Vit hava fyrr sagt, at brasiliumenninir hjá GÍ vóru vigaðir og mettir at vera ov lættir, og at teir skuldu fara av landinum. Men teir hava ikki viljað farið av landinum, og nú eru teir í Gøtu, uttan at vera bundnir av sáttmála við GÍ. Leygardagin var annar teirra á næstbesta liðnum, og hann man neyvan vera serliga fegin um leiklutin, sum hann fekk. Seinna umfarið var hálvrunnið, tá dómarin, Jón Kári Frederiksen, vísti honum ostaflísina fyri eina sera ófantaliga takling, og so vóru teir gulu noyddir at taka annan av álopsmonnunum longri aftur á vøllin.

Men tað eydnaðist bara at halda tørn, til tað restaðu tveir minuttir. Tá fekk EB/Steymur, sum hevði Eyðfinn Joensen sum ein góðan miðvallara og Knút Vesturtún sum álit í verjuni, mál og sigursmálið ? hildu teir sjálvir. Conrad Joensen, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, dró móti brotsteiginum, verjan drálaði, og Mortan Joensen í GÍ málinum hevði ongan møguleika at bjarga góða skotinum.

Vanliga leiktíðin var farin, tá GÍ javnaði, og tí málinum átti málverjin hjá EB/Streymi sín part av skuldini í. Eitt langt og ikki serliga vandamikið skot kom úr høgru, Karsten Vang valdi at tveita seg, sjálvt um tað ikki var neyðugt, hann misti bóltin út frá, ídni Karsten Abrahamsen var fyrstur á, legði uppá tvørs, og Kim Petersen skoraði.

Liðini fingu eitt stig í part, men tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað sum um GÍ hevði vunnið eitt og EB/Streymur tapt tvey stig!