Um vikiskiftið hava Bjørk Herup Olsen og Rannvá Djurholm ,sum renna fyri Bragdið, luttikið í stórari kapping í Danmark, ið kallast Tårnby Games.
Bjørk sum fyrireikar seg til Oyggjaleikirnar á Rhodos rann 800 m leygardag og 3000 m sunnudagin. Á 800 m teigninum setti hon nýtt føroyskt met við tíðini 2.26,21 min og á 3000 m, teigninum setti hon eisini nýtt føroyskt met við tíðini 10.48 min. Á báðum teigninum vann hon sín aldursbólk. Rannvá rann eisini 800 m leygardagin, hon rann teignin við tíðini 2.34,85 min og bleiv nummar fýra í sínum aldursbólki. Sunnudagin rann hon 1500 m við tíðini 5.18 min og tað rakk til eitt triðja pláss. Rannvá setti persónligt met á báðum teinunum.