Tvey minus eitt vegur í Vági

Eftir at Páls Høll og Marghøllini á Oyrunum eru tiknar í nýtslu, er ferðslan vorðin alsamt størri.

Eftir at fyrst Páls Høll og síðani Marghøllini á Oyrunum eru bygd og tikin í nýtslu, er ferðslan, bæði til gongu á súklu og við bili, vorðin alsamt størri inn á Oyrarnar, skrivar Vágs Kommuna á vagur.fo. 

 

 

Fyri at fólk skulu kenna seg tryggari at ferðast eftir hesum vegi, hevur verið neyðugt at gera ávísar ferðslutrygdarábøtur.

 

 

Í 2015 var landsvegastrekkið frá vegamótinum við Oyrarnar í Vági tí tillagað soleiðis, at tey gangandi og súkklandi fingu eina serstaka rás at ferðast á samstundis sum ljós varð sett fram við vegnum. Loysnin hevur riggað væl og gjørt vegateinin tryggari, men enn er ikki komið á mál.

 

 

Landsverk hevur eftirfylgjandi saman við Vágs kommunu og løgregluni arbeitt við at gera eina ferðslutrygdarætlan, har 850 metrar langi vegateinurin frá kirkjugarðinum til vegamótið Líðarvegur-Vágsvegur er íroknaður.

 

 

Sum liður í hesi ætlan varð ljós sett upp fram við hesum vegateini í fjør, sum nú verður gjørdur um til ein 2 minus 1 veg.

 

 

Koyrimynstrið broytist
Tá tú ger ein veg um til ein 2 minus eitt veg kanst tú betra umstøðurnar hjá gongufólki og fólki á súkklu innan fyri verandi vegbreidd, skrivar vagur.fo.

 

 

Í mun til ein vanligan veg við tveimum koyribreytum, verður ein koyribreyt tikin burtur á 2 minus 1 vegum, harav navnið. Koyribreytin verður sjónliga smalkað við eini breiðari kantstriku á báðum síðum. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Koyrimynstrið á 2 minus 1 vegum broytist nakað í mun til á vanligu vegunum, vit kenna her heima.

 

 

Við hesi loysn flytir tú fólk og súkklur av sjálvari koyribreytini og út um eina breiða kantstriku á vegnum, soleiðis at tú skapar eina størri frástøðu millum hørðu og bleytu ferðsluna á vegnum.

 

 

Royndirnar við hesum vegum í londunum kring okkum eru góðar. Bilarnir koyra spakuligari, fólk til gongu og á súkklu kenna seg tryggari, og nøgdsemið er sum heild betri. Nýggi 2 minus 1 vegurin í Vági verður liðugt strípaður og klárur at koyra eftir í vikuni, skrivar vagur.fo.