Tvey møgulig drápsmál skaka Eysturgrønland

Ein 48 ára gamal maður er funnin deyður í einari íbúð í Tasiilaq, og ein 41 ára gomul kvinnan er skuldsett.

 

Hetta er annað málið av slíkum slag í Eysturgrønlandi eftir fáum døgum. Myndin er úr Tasiilaq.

Seinnapartin í gjár fekk Gønlands Politi eina fráboðan um, at ein persónur var funnin deyður í einari íbúð í grønlendska býnum, Tasiilaq.

 

- Løgreglan fór á staðið og við støði í sporum, sum løgreglan fann á staðnum, verður málið nú kannað sum drápsmál, sigur Grønlands Politi í tíðindaskrivi.

 

Í íbúðini fann løgreglan ein 48 ára gamlan mann, sum var deyður. Ein 41 ára gomul kvinna er handtikin og skuldsett í málinum. Tey bæði høvdu tætt samband.

 

Grønlands Politi kannar málið víðari, og løgreglan fær eisini hjálp úr Danmark í kanningararbeiðnum.

 

- Kanningarnar skulu gera av, um grundarlag er fyri at føra hina 41 ára gomul til grundlógaravhoyr í málinum, sigur Grønlands Politi.

 

Sermitsiaq skrivar, at hetta er annað málið av slíkum ólukkuligum slag í Eysturgrønlandi eftir fáum døgum.

 

Leygardagin hin 1. januar fekk løgreglan eisini fráboðan um eitt møguligt dráp í lítlu fiski-og veiðimannabygdini, Sermiligaaq nær við Tasiilaq.

 

Í Sermiligaaq var tað ein 42 ára gamal maður, sum varð funnin deyður - og ein 18 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri dráp.

 

 

 

Hetta er annað málið av slíkum slag í Eysturgrønlandi eftir fáum døgum. Myndin er úr Tasiilaq.