Seks nýggj partafeløg eru skrásett í vinnuskránni seinastu vikuna, sambært Business Line.
Tvey teirra eru í Suðuroy. Í Fámjin er smápartafelagið Gist skrásett, meðan hvalbingar hava íverksetarafelagið Bryggjan 9.
Fýra onnur partafeløg eru stovnað, sum skulu reka handil, gera íløgur, reka bókaútgávu og timbur- og snikkaravirksemi.
Allar broytingarnar eru at síggja á heimasíðuni hjá Business Line.