info
Ongi úrslit

Tvey nýggj skip á Glyvrum

Í hesi vikuni verða tvey skip skrásett í Føroyum – bæði heimahoyrandi á Glyvrum

Árni Gregersen, ting.fo
16. november 2020 kl. 14:17
Talan er um tveir coastarar, sum hava gravimaskinur umborð. Skipini eru bygd í 2005 og eru altso nýggjastu skipini av hesum slag í føroyska flotanum. Skipini verða rikin av Navigare, sum hevur fleiri skip av sama slag til at flyta mjøl, sand, salt og annað.Tey nýggju skipini fara at sigla í rutum uttanlands og til Føroyar, sum Navigare røkir. Fyrra skipið, sum er skrásett í dag eitur Vestlandia. Hitt skipið, sum eisini verður skrásett í hesi vikuni eitur Norlandia. Skipini  verða umbygdi í Polen og er ætlanin at skipini koma í sigling í desembur í ár. Skipini eru bygd í Slovenia, eru  2461 bruttotons, 87,9 metrar lang og 12,8 metrar breið. Tað er felagið Arco við heimstaði á Glyvrun, sum eigur bæði skipini.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Týskland vann stórsigur á Niðurlondum

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskt ræði á løgregluni til aðru viðgerð

6 tímar síðan
Tíðindi

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

6 tímar síðan
Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

7 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

8 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

9 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

9 tímar síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

10 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

10 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

10 tímar síðan
Tíðindi

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

11 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

11 tímar síðan