Tvey nýggj stór skip

Stórar broytingar í siglingarkervinum og skipaflotanum hjá Eimskip

 

Í oktober í ár broytir Eimskip núverandi siglingarkervið. Hetta kemur eisini at hava við sær stórar broytingar í skipaflotanum, tí eldri skip verða skift út við nýggj og tøkniliga meira framkomin skip.

Skipini, Eimskip í dag hevur til Føroya-siglingina, eru fýra í tali men minka nú niður í tvey. Nýggju skipini eru tó umleið helvtina størri enn til dømis Brúarfoss og sigla eisini skjótari. Tey verða partur av eini nýggjari siglingarleið hjá felagnum og fara at sigla til Føroya, Hálands, Týsklands, Svøríkis, Noregi, Danmarkar, Føroyar og Íslands. Hetta eru størstu bingjuskip higartil, ið koma at hava regluligt samband við Havnina. Leggjast kann afturat, at transit-tíðirnar í flest øllum havnum verða styttri.

Nýggju skipini fara ikki at leggja at í Klaksvík sum vanligt. Eimskip fer tó framvegis at bjóða viðskiftafólki úr Norðoyggjum somu flutningssømdir sum fyrr.

Við hesi tillaging av siglingarkervinum leggur Eimskip dent á at varðveita eina góða flutningstænastu og at tryggja eina framhaldandi menning av føroyska marknaðinum, sigur Eimskip í Føroyum í tíðindaskrivi.