Tvey orkestur og tvær konsertir sunnudagin

Orkestrið GHM úr Havn og Nes Sóknar Musikkfelag av Skálafjørðinum spæla vakran konserttónleik fyri blásarar sunnudagin 18. mars.

 

Orkestrið GHM úr Havn og Nes Sóknar Musikkfelag av Skálafjørðinum spæla vakran konserttónleik fyri blásarar sunnudagin 18. mars. Konsertirnar verða í Fríðrikskirkjuni á Toftum kl 16:00 og í Vesturkirkjuni í Havn kl 19:30.

Á skránni eru, traditionel føroysk og útlendsk løg eins og okkurt andaligt lag. Ein partur av tónleikinum er skipaður fyri orkestur og annað er upprunaligt.

Umframt orkestrini bæði, leikar ein floytu- og klarinettrio, við Duritu Lamhauge Jóansdóttir, Bartal Nolsøe Poulsen, og Biritu Lamhauge Jóansdóttir, tónleik eftir Joseph Haydn.

Einir 50 tónleikarar verða við á framførslunum

Venjarar hjá GHM eru Ken Jones og Andrea Heindriksdóttir

Martin Mouritsen er venjari hjá báðum orkestrunum og stjórnar teimum á konsertunum sunnudagin.



Martin Mouritsen