Sammett við uppgerðina fyri juli eru broytingarnar ikki stórar á FIFA styrkislistanum, sum júst er kunngjørdur. Orsøkin er tann, at fáir landsdystir hava verið spældir síðsta mánaðin.
Ein av fáu tjóðunum í niðara endanum á listanum, sum hevur skift pláss, eru Føroyar. Í juli vóru Føroyar nummar 188 við 18 stigum. Nú hava Føroyar 17 stig og eru nummar 190 á listanum.
Millum fimm tey fremstu er eingin broyting. Tey eru í somu røð og við sama stigatali: Brasil, Argentina, Italia, Frakland og Týskland.
Danmark er dottið fýra pláss niður og er nú nummar 30. So niðarlaga á listanum hevur Danmark ongantíð áður verið.
Svøríki er nummar 19, Skotland nummar 23, Noreg nummar 35 og Finland nummar 38. Ísland er nú nummar 117 ella átta pláss niðari, enn grannar okkara fyri vestan vóru á juli listanum.
Næsta ferðin, Føroyar skulu í altjóða eldin, verður mikudagin 12. september, tá ið mótstøðuliðið verður Litava á útivølli.