Viðhvørt kann ein vera heppin, og fáa tvey góð hál í einum.
Hetta hendi um middagsleitið í gjár, tá løgreglan steðgaði einum ólógligum prutli, - í hesum førinum einum tunaðum.
Meðan løgreglan bíðar eftir einum bili at koyra ólógliga prutlið á Politistøðina, kom næsta prutlið beint framvið, og varð somuleiðis steðgað.
Soleiðis fekk løgreglan tvey prutl í sama viðfangi.
(Tilvildarlig mynd)