Tvey rænd børn sloppin leys

Saudiarabiskar trygdardeildir hava fríað tvey týsk børn, sum hava verið gíslar í garnnalandinum Jemen í næstan eitt ár. Talan er um tvær gentur, sum vórðu burturfluttar saman við fleiri øðrum í juni í fjør. Trý av teimum burturfluttu vóru í ætt við genturnar, og tey eru ikki komin afturíaftur enn. Ein týskur ríkisborgari er heldur ikki komin afturíaftur.

Hinvegin eru tríggjar kvinnur, sum vórðu burturfluttar samtíðis, funnar myrdar.

Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av burturflytingini ella drápunum, men saudiarabiska stjórnin heldur, at burturflyttararnir hava tilknýti til al-Qaeda.