Tað byrjaði í 2009 tá reiðarí'ið Supply Service í Leirvík tók ímóti frálandaskipinum Eldborg.
Í fjør kom Tróndur í Gøtu til landið, við heimstaði í Gøtu. Og leygardagin kom triðja skipið til kommununa, nevniliga Sæborg hjá Supply Service.
- Tað er ikki hvørjari kommunu beskorið, at kunna taka ímóti trimum nýggjum skipum í so stutta tíð, vísti borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen á, tá Sæborg varð navngivin leygardagin.