Á tiltakinum leygarkvøldið er ætlanin, at Betesdakórið í Klaksvík skal hava eina "Gaither" framførslu við kór og solistum. Kapelmeistari verður Torkil Mørkøre, sum fer at leiða fólkið gjøgnum gamlar og nýggjar sangir.
IKTUS er ein sokallað free-to-air rás, t.v.s. at hon krevur einki kort, er ókeypis at síggja, og verður fíggjað við stuðlum og gávum.
- Tað eru ikki nog nógvir stuðlar enn, til tess at IKTUS kann halda á at víðka senditíðina og víðka sendistøðirnar, vísir stjórin, Anja Hansen á.
Hetta kvøldið verður tí eisini høvi at tekna seg sum stuðul, bæði á staðnum og gjøgnum telefon ella teldupost. Ætlanin er, at fólk í Suðuroy og aðrastaðni eisini skulu sleppa at síggja IKTUS.
Allir fastir stuðlar, bæði "gamlir" og nýggir, fáa eina DVD ella fløgu, sum er framleidd til endamálið. Tað er ein upptøka av einum góðum sangkvøldi, sum bólkurin VITIN úr Klaksvík hevði í Løkshøll í november mánaði í fjør.
IKTUS og Lindin fara at senda tiltakið beinleiðis frá tiltakinum, sum byrjar kl 19.