Føroya rættur dømdi í dag ein 39 ára gamlan mann tvey ára fongsul fyri at hava smuglað sterk rúsevni við tí fyri eyga at selja ein part av tí Undir rættarmálinum kravdi ákæruvaldið, at maðurin skuldi fáa hálvt fjórða ára fongsulsrevsing, men verjin kravdi linastu revsing og í mesta lagi fongsul í eitt hálvt ár.
Rætturin dømdi mannin tvey ára fongsul, og tann dømdi boðaði alt fyei eitt frá, at hann tók ikki vð dóminum. Hann hevur nú 14 dagar til at umhugsa, um hann vil hava málið fyri Landsrættin.
Hinvegin kærdi maðurin alt fyri eitt avgerðina hjá rættinum um, at hann skal verða sitandi í varðhaldi, til hann kann sita dómin.